Kundi tú hugsa tær at spælt hondbólt við U8?
So ert tú vælkomin at melda til her á síðuni, ringja til ein av venjarunum ella bara møta upp í høllini, tá U8 venja.
Vit eru sera fegin um at fáa fleiri leikarar við - bæði royndar og óroyndar. Allir nýggir limir fáa tvær vikurs ókeypis royndartíð, tó er tað ikki møguligt at spæla dyst uttan at gjalda limagjald.
Vit brúka Holdsport til umsiting av limagjaldi, venjingartíðum, dystum o.ø. Tí er neyðugt, at allir spælarar hava egnan vanga á Holdsport.
Tá tú meldar barnið til, skrivar tú navn, bústað, føðingardag vm. hjá barninum.
Tú kanst sum foreldur eisini stovna ein Foreldravanga, og knýta tíni børn at tínum vanga, soleiðis fært tú nemt yvirlit yvir venjingar o.a. hjá barninum/børnunum.
Melda til her:
Til venjingar arbeiða vit við
🏃 Rørslu og motorikki
🤾 Grundleggjandi hondbóltsførleikum
😊 Gleði og spæl
🧡 Samstarvi og felagsskapi
💪 avbjóðingum, sum hóska til aldurin
Læruætlanin fyri U6 leggur upp til, at venjingin skal vera fjølbroytt, og øll skulu kenna seg væl.
Børnini skulu í mest møguligan mun hava ein bólt hjá sær, og tey skulu sleppa at royna seg í ymiskum torleikabreytum. Fokusøkið er, at spælarin skal kenna bóltin sum sín besta vin
Vit taka støði í Læruætlanum hjá HSF um góðan og mennandi hondbólt fyri børn og ung
Tá venjingin byrjar, eru vit klár at spæla.
✅ Innanduraskógvar
✅ T-shirt og shorts
✅ Egnan hondbólt við navni á
✅ Hárið sett upp ella burtur frá andlitinum
✅ Gott lag 😃
Fyri U6-U8 verður vanliga brúktur stødd 0 hondbóltur. 🤾♀️🤾♂️
Hvørt kappingarár verður skipað fyri átta U8- kappingum, sum eru kappingar fyri U6-8 leikarar. Fyri at luttaka er treyt, at leikarin er limir í ÍA, tvs. hevur goldið limagjald.
Uml. 2 vikur áðrenn hvørja kapping leggur venjarin áminning út um kappingarnar, og foreldur hava møguleika at melda til. Tá freistin, at melda leikarar til, er farin, meldar venjarin liðini til.
Av tí at broytingar koma fyri gjøgnum árið, verður meldað til av nýggjum til hvørja kapping.
Nærri kunning um U8-kappingarnar kann lesast her: