Mini hondbóltur 

Rørslugleði

Besti hátturin hjá børnum at mennast er við spæli. Tí er Mini hondbóltur skipaður sum rørsluvenjingar, har vit leggja dent á spæl, gleði og hugna í góðari samveru. 

Ágóðarnir við Mini hondbólti eru fleiri, m.a at 

  • børnini menna styrki í vøddum og liðum
  • venjingarnar stimbra javnvág og samskipan av rørslum
  • børnini fáa jaligar upplivingar við venjing í eini høll
  • børnini menna sínar sosialu førleikar
  • børnini uppliva rørslugleði saman við foreldrum/avarandi


Mini hondbóltur er fyri børn undir skúlaaldri, og børnini luttaka saman við  foreldrum/avarandi. 

    Vil tú vera við? 

    Vit brúka Holdsport til umsiting av limagjaldi, venjingartíðum, dystum o.ø. Tí er neyðugt, at allir spælarar hava egnan vanga á Holdsport.

    Tá tú meldar barnið til, skrivar tú navn, bústað, føðingardag vm. hjá barninum.

    Tú kanst sum foreldur eisini stovna ein Foreldravanga, og knýta tíni børn at tínum vanga, soleiðis fært tú nemt yvirlit yvir venjingar o.a. hjá barninum/børnunum.


    Melda til her: 

    Info
    Søndag 10:00 - 10:45
    Årgang: 2019 - 2024
    Håndbold
    Tilmeldingen er åben
    300,00 kr. pr. sæson

    Venjarar

    Venjarnir skiftast at skipa fyri mini hondbólti. 

    Jóna Eidesgaard
    Bjarta Lützen
    Anja Akraberg Thomsen
    Sára Várdis Sandoy

    Álmanakki hjá Mini