Til venjingar arbeiða vit við
🏃 Rørslu og motorikki
🤾 Grundleggjandi hondbóltsførleikum
😊 Gleði og spæl
🧡 Samstarvi og felagsskapi
💪 avbjóðingum, sum hóska til aldurin
Læruætlanin fyri U6 leggur upp til, at venjingin skal vera fjølbroytt, og øll skulu kenna seg væl.
Børnini skulu í mest møguligan mun hava ein bólt hjá sær, og tey skulu sleppa at royna seg í ymiskum torleikabreytum. Fokusøkið er, at spælarin skal kenna bóltin sum sín besta vin
Vit taka støði í Læruætlanum hjá HSF um góðan og mennandi hondbólt fyri børn og ung.
Tá venjingin byrjar, eru vit klár at spæla.
✅ Innanduraskógvar
✅ T-shirt og shorts
✅ Egnan hondbólt við navni á
✅ Hárið sett upp ella burtur frá andlitinum
✅ Gott lag 😃
Fyri U6-U8 verður vanliga brúktur stødd 00 hondbóltur. 🤾♀️🤾♂️