ÁRSINS LIÐFELAGI

MENNING, GLEÐI & LIÐANDI

Vit leggja dent á MENNING, GLEÐI & LIÐANDA, tí kjósa vit á hvørjum ári ÁRSINS LIÐFELAGA


Endamálið við Ársins heiðurslønum

Ungdómsítrottur snýr seg ikki bara um dystir, mál og úrslit – tað snýr seg í størri mun um menning, gleðina við spælinum og felagsskapin. Tí heiðra vit á hvørjum ári leikarar, sum hava gjørt ein serligan mun á hesum økjum.

Við hesum heiðurslønum vilja vit:

  • Eggja leikarum til at spíla seg út og stríðast fyri at røkka sínum menningarmøguleikum .

  • Styrkja felagsskapin og liðandan við at eggja leikarum at vera góðar liðfelagar. Soleiðis byggja vit lið, har samanhald og gleðin við spælinum eru í miðdeplinum.

  • Menna ein felagsskap, har góður ítrottarandi er kjarnin í øllum vit gera.

ÁRSINS LIÐFELAGI

Vit kjósa ársins liðfelaga frá U10 til U18, (U9 er eisini við) á bæði dreingja og gentusíðuni. Vit kjósa ein liðfelaga fyri hvørt lið.


Hondbóltur er ein liðítrottur. Í ungdómshondbólti hevur menningin av einstaka leikaranum týdning, men tað er felagsskapurin, liðandin og samstarv, sum byggir lið, har leikarir trívast og mennast. Niðanfyri eru nøkur kjarnu eyðkenni fyri ein Ársins liðfelaga.


Ósjálvsøkin og stuðlandi

    Ein góður liðfelagi setur liðið fyrst. Hann er góður at stuðla og eggja øðrum, og hann er við til at skapa trivnað og gleði bæði á og uttanfyri vøllin.


    Jaligur og ágrýtin

      Ein góður liðfelagið lyftir liðið við einum positivum hugburði og ágrýtnum arbeiðslagi, bæði til venjing og til dystir. Hann er álítandi, møtir væl upp og vísir gott arbeiðslag og hugburð gjøgnum alt árið


      Góðan ítrottaranda (Fairplay)

        Ein góður liðfelagi vísir virðing fyri øðrum leikarum, venjarum og dómarum, og hann vísir góðan ítrottaranda.