ÍSF hevur eina felags vanlukkutrygging, sum tekur við tá íðkari kemur til skaða undir venjing ella til kapping í Føroyum.
Tvs., at skaðin er akuttur og ikki kemst av belastning ella líknandi.
Tryggingin er tó ikki galdandi, um skaðin er hendur uttanlands - her má íðkarin sjálvur tekna eina trygging.
Íðkarin skal vera limur í einum føroyskum ítróttarfelag, sum hoyrir til eitt Ser- ella Menningarsamband undir ÍSF. Ítróttarfelagið avgerð, hvør er limur hjá teimum. Tryggingin umfatar ikki sáttmálasettar íðkarar, óansæð, hvussu lítið umfatandi sáttmálin er. Her eigur ítróttarfelagið at tekna eina lógarkravda arbeiðsskaðatrygging fyri íðkaran.
GG: at tá íðkari t.d. fer til Danmarkar á eftirskúla, dekkar felags vanlukkutryggingin ikki. Her kann ein privat vanlukkutrygging fevna um persónskaðar
Tryggingin dekkar m.a. heilt ella partvíst fyri eftirviðgerð, t.d. fysioterapi. Hon er eisini galdandi við partvíst avlami og við deyða. Við deyða er fráboðanarfreistin 48 tímar.
Umsóknarskjalið skal vera latið inn til isf@isf.fo skjótast gjørligt eftir, at skaðin er hendur og íðkarin hevur verið undir læknahond. ÍSF sendir skjalið víðari til Betri Trygging, sum tá fer at biðja um læknaváttan osv. Hetta og evt. aðrar kanningar gjalda tey tykkum fyri. (Tannlækna- og/ella læknaváttan skal fyriliggja, áðrenn málið kann viðgerast - tær liggja á okkara heimasíðu).
Fyrningarfreistin er í seinasta lagið tann 31. desember 3. árið aftaná óhappið (helst áðrenn jól, tí tá eru vit í jólaferiu, og tað er Betri Trygging, sum skal hava útfylta skjalið hesa deadline). Tvs. at í ár - 2026 - kunnu tit enn senda inn, um skaðin er hendur í 2024 ella seinni.
GG: Tó: Skaðar sum er hendur meira enn 3 ár áðrenn fráboðan, kunnu tó verða fevndir av tryggingini - tá er talan um hendingar, har íðkarin ikki visti, at viðkomandi hevði ein skaða. Hetta er typiskt slitin liðbond og menisskaðar, tí hetta sæst ofta ikki beinanveg og í ávísum førum ikki fyrrenn knæið, fóturin ella økslin er opnað undir skurðviðgerð.
Tit kunnu lesa meira um felags vanlukkutryggingina hjá ÍSF her:
https://isf.fo/tilfar/felags-vanlukkutryggingin/
Her finna tit um allar treytirnar umframt skaðaskjal at fylla út og senda til ÍSF. Minnist til at fáa felagið at vátta eisini.