DYSTIR

Vegleiðing til lið, sum skulu til Suðuroyar

Í sambandi við dystir og kappingar í Suðuroy verða venjarar og liðleiðarar biðin um at fylgja hesa mannagongd:

Kunning

Venjari/liðleiðari kunna foreldur í góðari tíð um, nær dystir eru suðri í Vági.

Bát og buss

Venjari/liðleiðari bóka ferðina á SSL. Freistin at bóka ferðina er fríggjadag kl. 14.00.

Dystir suðri í Vági liggja oftast leygardagar, og busssamband er millum Ferjuleguna – Vágur.

HSF rindar:

  • Ferðakostnað fyri leikarar (Smyril og buss)
  • Ferðakostnað fyri venjarar (Smyril og buss)

Bil

HSF / ÍA rinda ikki fyri bilflutning. Um eitt lið velur at fara við bili, er hetta mannagongdin:

  • Einans neyðugir bilar: Spælararnir koyra saman, og vit taka so fáar bilar við sum tilber.
  • Felags gjalding: Samlaði kostnaðurin fyri teir neyðugu bilarnar (við førara) verður deildur javnt millum allar spælararnar á liðnum.
  • Foreldur við: Foreldur, ið velja at fara við útyvir tann neyðuga tørvin, bera sjálv allan kostnaðin fyri sín bil.

Vaksin pr. Lið

U8 – U12: Ein vaksin til 4 - 6 børn. Best at hava tvey vaksin til eitt lið

U14+: 1 – 2 vaksin pr. lið

Matpakka

  • Allir leikarar hava matpakka við, sum tey eta á middegi. Hetta fyri at halda kostnaðarstøðnum niðri, og fyri at tryggja, at øll fáa eina góða máltíð mitt á degnum.
  • Nátturði kann keypast umborð á Smyrli, men leikararnir kunnu eisini hava eyka matpakka við, ístaðin fyri at keypa mat umborð.

At hava við

  • Ryggsekk við innandura skóm, sokkum, vatndunki, matpakka
  • Svimjiklæðir, um so er, at liðið fer at svimja. Kostnaðurin fyri at svimja er d.d. 20 kr

Telefonir

Tá vit ferðast saman sum eitt lið, vilja vit gjarna raðfesta felagsskapin, og geva pláss til prát og góða samveru. Tí mæla vit til, at leikarar, sum hava telefonir við, lata tær liggja sløktar ella ljóðleysar í taskuni/lummanum.

Vit heita á øll lið um at samskipa ferðina á bestan hátt og fylgja omanfyri nevndu mannagongd.

Nevndin

Argir, tann 19.10.2026