U6 Dreingir

Vælkomin :)

Kundi tú hugsa tær at spælt hondbólt við D6?

So ert tú vælkomin at melda til her á síðuni, ringja til ein av venjarunum ella bara møta upp í høllini, tá D6 venja.

Vit eru sera fegin um at fáa fleiri leikarar við - bæði royndar og óroyndar. Allir nýggir limir fáa tvær vikurs ókeypis royndartíð, tó er tað ikki møguligt at spæla dyst uttan at gjalda limagjald.

Holdsport

Vit brúka Holdsport til umsiting av limagjaldi, venjingartíðum, dystum o.ø. Tí er neyðugt, at allir spælarar hava egnan vanga á Holdsport.

Tá tú meldar barnið til, skrivar tú navn, bústað, føðingardag vm. hjá barninum.

Tú kanst sum foreldur eisini stovna ein Foreldravanga, og knýta tíni børn at tínum vanga, soleiðis fært tú nemt yvirlit yvir venjingar o.a. hjá barninum/børnunum.

Venjarar hjá D6

Høvuðsvenjari
Elin Brimnes
Hjálparvenjari
Martin Debes Heldarskarð


Oktober
Tir
27
Venjing Dreingir 6/7/8
15:00 - 16:00
Skúlin á Argjahamri
Tor
29
Venjing Dreingir 6/7/8
15:30 - 16:30
Skúlin á Argjahamri
November
Tir
03
Venjing Dreingir 6/7/8
15:00 - 16:00
Skúlin á Argjahamri
Tor
05
Venjing Dreingir 6/7/8
15:30 - 16:30
Skúlin á Argjahamri

Melda til her:

Info
Håndbold
Drenge/mænd
Tilmeldingen er åben
700,00 kr. pr. sæson

Venjing

Til venjingar arbeiða vit við

🏃 Rørslu og motorikki

🤾 Grundleggjandi hondbóltsførleikum

😊 Gleði og spæl

🧡 Samstarvi og felagsskapi

💪 avbjóðingum, sum hóska til aldurin

Læruætlanin fyri U6 leggur upp til, at venjingin skal vera fjølbroytt, og øll skulu kenna seg væl.

Børnini skulu í mest møguligan mun hava ein bólt hjá sær, og tey skulu sleppa at royna seg í ymiskum torleikabreytum. Fokusøkið er, at spælarin skal kenna bóltin sum sín besta vin

Vit taka støði í Læruætlanum hjá HSF um góðan og mennandi hondbólt fyri børn og ung.


Klár til venjing

Tá venjingin byrjar, eru vit klár at spæla.

✅ Innanduraskógvar

✅ T-shirt og shorts

✅ Egnan hondbólt við navni á

✅ Hárið sett upp ella burtur frá andlitinum

✅ Gott lag 😃

Fyri U6-U8 verður vanliga brúktur stødd 00 hondbóltur. 🤾‍♀️🤾‍♂️