Tilmelding Log på
  • LIÐYVIRLIT
    Gentur & dreingir
    Mini hondbóltur 
    Dreingir
    U6 Dreingir U7 Dreingir U8 Dreingir U9 Dreingir U10 Dreingir U12 Dreingir U14 Dreingir
    Gentur
    U6 Gentur U7 Gentur U8 Gentur U9 Gentur U10 Gentur U 12 Gentur U14 Gentur
    Vaksin
    1. deild menn 1. deild kvinnur 2. deild menn 2. deild kvinnur Hondbóltfitness
  • VENJINGARTÍÐIR
  • KALENDARI
  • STUÐLAR
  • FELAGIÐ
    • NEVNDIN
    • SJÁLVBOÐIN
    • VENJARASPÍRAR
    • DÓMARAR
    • VIÐTØKUR
    • SØGAN
    • ÁRSHJÓL
    • ÁRSINS LIÐFELAGI
    • DRONNINGLUND CUP
    • TILMELDING
    • TRYGGING

Brimnes systrarnar standa á odda fyri okkara yngstu hondbóltsspælarum

4. aug. 2026, kl. 14.34

Vit fegnast um, at hava sett systrarnar Onnu og Elina Brimnes sum høvuðsvenjarar hjá okkara yngstu leikarum komandi kappingarár.


Anna fer at hava ábyrgdina av G6-8, meðan Elin fær ábyrgdina av D6-8. Saman skulu tær vera við til at geva okkara yngstu leikarum eina góða, stuttliga og mennandi byrjan í hondbólti.


Báðar hava spælt hondbólt sjálvar, og kenna væl gleðina og virðini, sum ítrótturin kann geva. Hondbólturin hevur fylt serliga nógv hjá Onnu, sum í nógv ár hevur spælt á hægsta stigi í Føroyum og eisini hevur umboðað Føroyar á landsliðnum.


Í dag hava tær báðar børn í hesum aldursbólkunum, og tí kenna tær eisini foreldraleiklutin og týdningin av at skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi fyri okkara yngstu leikarar.


U6-8 er ofta fyrsta møtið hjá børnum við hondbóltin. Tað er her, grundarlagið verður lagt fyri rørslugleði, vinarlag og felagsskap. Samstundis er tað eisini her, áhugin fyri hondbólti kann vaksa og mennast.


Við setanini av Onnu og Elini styrkir ÍA arbeiðið við yngstu árgangunum, og heldur fram við at byggja eitt sterkt barna- og ungdómsumhvørvi á Argjum.


Vónin er, at enn fleiri børn fáa jaligar upplivingar við hondbólti og gerast partur av góða felagsskapinum í ÍA.


Vit ynskja Onnu og Elini hjartaliga vælkomnum í ÍA og gleða okkum til samstarvið 🧡💙

De seneste nyheder Alle
Landsliðsleikarar venja G9-10
Vit fegnast um at hava sett Arinu Høgnadóttir Wang og Metu av Fløtum sum høvuðsvenjarar hjá G9-10 komandi kappingarár. Báðar hava tær slitið barnaskógvarnar í ÍA, har tær tóku síni fyrstu fet á hondbóltsvøllinum. Tá tær komu í U14...
Brimnes systrarnar standa á odda fyri okkara yngstu hondbóltsspælarum
Vit fegnast um, at hava sett systrarnar Onnu og Elina Brimnes sum høvuðsvenjarar hjá okkara yngstu leikarum komandi kappingarár. Anna fer at hava ábyrgdina av G6-8, meðan Elin fær ábyrgdina av D6-8. Saman skulu tær vera við til at g...
Brian Joensen flaggberi til Ólavsøkuskrúðgonguna
Í ár var Brian Joensen flaggberi til Ólavsøkuskrúðgonguna. Brian hevur í fleiri ár gingið á odda fyri tí góða hondbóltsfelagsskapinum á Argjum, bæði sum nevndarlimur, dómari og hjálparvenjari 👏 💪 Vit í ÍA takka honum hjartaliga ...

Ítróttarfelagið Argir

Viðargøta 31

160 Argir

itrottarfelagid.argir@gmail.com

12345678

Andre sider fra Holdsport
  • Info om Ítróttarfelagið Argir