
Vit fegnast um at hava sett Arinu Høgnadóttir Wang og Metu av Fløtum sum høvuðsvenjarar hjá G9-10 komandi kappingarár.
Báðar hava tær slitið barnaskógvarnar í ÍA, har tær tóku síni fyrstu fet á hondbóltsvøllinum. Tá tær komu í U14-aldur, vóru tær partur av felagsliðnum ÍA/Neistin, har tær saman við øðrum dugnaligum gentum mentu seg víðari. Í dag eru tær millum fremstu leikararnar í sínum árgangi í Føroyum, og umboða tær eisini Føroyar á landsliðnum.
Arina og Meta fara nú at geva sínar royndir og vitan víðari til næsta ættarlið av hondbóltsspælarum í ÍA, og vit fegnast um, at okkara G9-10 gentur fáa møguleika at læra frá fyrimyndum, ið sjálvar eru vaksnar upp í felagnum.
Setanin av Arinu og Metu er eisini í tráð við miðvísa arbeiðið hjá ÍA at menna egnar leikarar og geva teimum møguleika at taka ábyrgd og vaksa víðari í nýggjum leiklutum.
Vit ynskja Arinu og Metu hjartaliga vælkomnum aftur í ÍA og tillukku við nýggju uppgávuni.
Vit gleða okkum til at fylgja teimum og okkara G9-10 gentum komandi kappingarár. ![]()
![]()