Tilmelding Log på
  • LIÐYVIRLIT
    Gentur & dreingir
    Mini hondbóltur 
    Dreingir
    U6 Dreingir U7 Dreingir U8 Dreingir U9 Dreingir U10 Dreingir U12 Dreingir U14 Dreingir
    Gentur
    U6 Gentur U7 Gentur U8 Gentur U9 Gentur U10 Gentur U 12 Gentur U14 Gentur
    Vaksin
    1. deild menn 1. deild kvinnur 2. deild menn 2. deild kvinnur Hondbóltfitness
  • VENJINGARTÍÐIR
  • KALENDARI
  • STUÐLAR
  • FELAGIÐ
    • NEVNDIN
    • SJÁLVBOÐIN
    • VENJARASPÍRAR
    • DÓMARAR
    • VIÐTØKUR
    • SØGAN
    • ÁRSHJÓL
    • ÁRSINS LIÐFELAGI
    • DRONNINGLUND CUP
    • TILMELDING
    • TRYGGING

Ein eldsál er slóknað

8. okt. 2024, kl. 18.20

Fríggjakvøldið bórust boðini um, at Kristian Martin Skála varð farin, einans 51 ára gamal.

Kristian Martin var ein av stovnarunum av ÍA, og var tað eitt hjartamál hjá honum, at ungdómurin á Argjum hevði nakað at fara til. Ikki bert um summarið, men eisini um veturin.
Tí legði hann eisini nógv fyri, tá hondbólturin á Argjum skuldi setast á stovn. Frá fyrsta degi – í 2011 – var hann ein drívmegi í felagnum.
Hann var formaður, venjari, dómari og sponsorur.
Ja, hann var alt “felagið” og tí hava vit á Argjum so sera nógv at verða takksom fyri. Ofta skemtaðu vit við, at hjá Kristian Martini funnust eingin trupulleikar. Stakk okkurt seg upp, har vit onnur gjørdust heilt stressaði, varð svarið frá honum altíð “tað gongur nokk”.
Seinnu árini hevur Kristian Martin ikki verið í nevndini, men hjarta bankaði altíð fyri ÍA, og hann helt áhaldandi fram við at hjálpa til við nógvum uppgávum. Eisini, nú heilsan varð farin at bila, helt hann fast um sín part, í seinasta kappingarárið var hann fleiri ferðir at síggja við dómaraborðið, tá ið lið okkara spældu. Umframt stóra leiklutin í ÍA, varð Kristian Martin eisini sera virkin í bæði AB og Argja Róðrafelag, so vit á Argjum hava so sera nógv at takka honum fyri.
Sosialt fylti Kristian Martin nógv. Hann gjørdi mun, allastaðni har hann varð, altíð klárur at hjápa, um onkrum tørvaði hjálp.
Stutt sagt var hann ein vinur av teimum heilt trúgvu, saknurin verður stórur.
Við djúpastu samkenslu til Rannvá, børn, abbabørn og familjuna.

Friður verið við minninum um Kristian Martin Skála ❤️

De seneste nyheder Alle
Landsliðsleikarar venja G9-10
Vit fegnast um at hava sett Arinu Høgnadóttir Wang og Metu av Fløtum sum høvuðsvenjarar hjá G9-10 komandi kappingarár. Báðar hava tær slitið barnaskógvarnar í ÍA, har tær tóku síni fyrstu fet á hondbóltsvøllinum. Tá tær komu í U14...
Brimnes systrarnar standa á odda fyri okkara yngstu hondbóltsspælarum
Vit fegnast um, at hava sett systrarnar Onnu og Elina Brimnes sum høvuðsvenjarar hjá okkara yngstu leikarum komandi kappingarár. Anna fer at hava ábyrgdina av G6-8, meðan Elin fær ábyrgdina av D6-8. Saman skulu tær vera við til at g...
Brian Joensen flaggberi til Ólavsøkuskrúðgonguna
Í ár var Brian Joensen flaggberi til Ólavsøkuskrúðgonguna. Brian hevur í fleiri ár gingið á odda fyri tí góða hondbóltsfelagsskapinum á Argjum, bæði sum nevndarlimur, dómari og hjálparvenjari 👏 💪 Vit í ÍA takka honum hjartaliga ...

Ítróttarfelagið Argir

Viðargøta 31

160 Argir

itrottarfelagid.argir@gmail.com

12345678

Andre sider fra Holdsport
  • Info om Ítróttarfelagið Argir