Ítróttarfelagið Argir - ÍA - leitar eftir einum ágrýtnum og nærløgdum ungdómsvenjara. Talan er um eitt spennandi og mennandi starv, har dentur verður lagdur á menning og venjing av okkara ungu leikarum.
Arbeiðsuppgávur Tú verður høvuðsvenjari fyri øll liðini í felagnum frá U9 til U14, har tú fert at hava ábyrgdina av at menna og venja okkara ungu leikarar tvørtur um aldursbólkar.
Tú fert at arbeiða saman við hjálparvenjarum, foreldraumboðum og nevndini við at skapa eitt jaligt og mennandi umhvørvi fyri leikarar og foreldur.
Felagið miðar ímóti, at allir leikarar fáa møguleika at kenna seg sum partur av felagnum og liðinum. Og at tað eru øll rundan um felagið: leikarar, foreldur, hjálparfólk og argjafólk, sum saman bera felagið framá. Sum ungdómsvenjari verður tú við til at tryggja, at hesi virði eyðmerkja felagið.
Førleikar Vit vænta, at tú hevur royndir sum hondbóltsvenjari, og at venja ungdómslið. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur venjaraútbúgving, men hevur tú ikki tað, fært tú møguleika at luttaka á teimum venjaraskeiðum, ið HSF skipar fyri.
Vit vænta, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og forvirkið, og at tú ert til reiðar at taka ábyrgd.
At enda er sera týdningarmikið, at tú dugir og tímir at arbeiða við børnum og ungum, og at tú megnar at miðla tína vitan og áhuga fyri hondbólti á ein kveikjandi og skilligan hátt.
Vit bjóða Eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú fært møguleikan at verða við til at menna hondbóltsleikarar til framtíðina og eitt hondbóltsfelag fyri framtíðina. Møguleika at seta tíni fingramerki á eitt felag í menning í einum øki, har stórt potentiali er fyri menning og vøkstri.
Løn eftir avtalu.
Umsókn Umsókn við CV kann sendast til itrottarfelagid.argir@gmail.com. Setanarsamrøður verða hildnar leypandi og vit vænta at seta rætta umsøkjara í starv skjótast gjørligt.
Vit gleða okkum til at hoyra frá tær.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Rudi Olsen, forkvinnu, á tlf. 292422.