Tilmelding Log på
  • LIÐYVIRLIT
    Gentur & dreingir
    Mini hondbóltur 
    Dreingir
    U6 Dreingir U7 Dreingir U8 Dreingir U9 Dreingir U10 Dreingir U12 Dreingir U14 Dreingir
    Gentur
    U6 Gentur U7 Gentur U8 Gentur U9 Gentur U10 Gentur U 12 Gentur U14 Gentur
    Vaksin
    1. deild menn 1. deild kvinnur 2. deild menn 2. deild kvinnur Hondbóltfitness
  • VENJINGARTÍÐIR
  • KALENDARI
  • STUÐLAR
  • FELAGIÐ
    • NEVNDIN
    • SJÁLVBOÐIN
    • VENJARASPÍRAR
    • DÓMARAR
    • VIÐTØKUR
    • SØGAN
    • ÁRSHJÓL
    • ÁRSINS LIÐFELAGI
    • DRONNINGLUND CUP
    • TILMELDING
    • TRYGGING

Kári Nielsen og Birgir Hansen settir at menna barna- og ungdómshondbóltin á Argjum

26. jul. 2026, kl. 22.22


Fáir venjarar hava sett so týðilig fingramerki á føroyskan hondbólt sum Kári Nielsen og Birgir Hansen. Fyrrverandi landsliðsvenjararnir hava gjøgnum nógv ár verið við til at menna leikarar, venjarar og feløg í Føroyum, og nú hava teir tikið av avbjóðingini at leggja lunnar undir næsta ættarliðið av leikarum og venjarum í ÍA.


ÍA hevur seinastu árini verið í støðugari menning. Bara seinasta kappingarár vaks talið av kappingarliðum í aldursbólkunum U9-U14 við umleið 60 prosentum.


Hóast vit fegnast um stóra vøksturin, setur hetta samstundis størri krøv til felagið. Tess fleiri børn og ung velja hondbóltin og ÍA, tess størri tørvur er á dygdargóðari venjing, sterkum venjaraumhvørvi og einum greiðum reyðum tráði tvørtur um árgangirnar. Somuleiðis er týdningarmikið at varðveita og menna tann sterka felagsskapin, sum tryggjar trivnað, menning og hondbóltsgleði hjá øllum.


Tí fegnast vit um at at hava sett Kára Nielsen og Birgir Hansen sum høvuðs barna- og ungdómsmennarar, har teir vera við til at tryggja, at vøksturin verður fylgdur upp við dygd, trivnaði og langsiktaðari menning.


Samstundis eru Kári og Birgir settir sum høvuðsvenjarar hjá D14, har teir fáa ábyrgdina av at skipa og menna venjingarnar hjá hesum aldursbólki.


Setanin av Kára og Birgiri er ein týðandi liður í langsiktaðu ætlanini hjá ÍA um at leggja sterkar lunnar undir framtíðina og byggja eitt sterkt og dygdargott hondbóltsumhvørvi á Argjum. Málið er at tryggja, at øll børn og ung í felagnum fáa bestu møguleikar at mennast og trívast – bæði sum hondbóltsspælarar og sum partur av einum sterkum felagsskapi.


Vit ynskja Kára og Birgiri hjartaliga vælkomnum í ÍA og gleða okkum til samstarvið.

De seneste nyheder Alle
Landsliðsleikarar venja G9-10
Vit fegnast um at hava sett Arinu Høgnadóttir Wang og Metu av Fløtum sum høvuðsvenjarar hjá G9-10 komandi kappingarár. Báðar hava tær slitið barnaskógvarnar í ÍA, har tær tóku síni fyrstu fet á hondbóltsvøllinum. Tá tær komu í U14...
Brimnes systrarnar standa á odda fyri okkara yngstu hondbóltsspælarum
Vit fegnast um, at hava sett systrarnar Onnu og Elina Brimnes sum høvuðsvenjarar hjá okkara yngstu leikarum komandi kappingarár. Anna fer at hava ábyrgdina av G6-8, meðan Elin fær ábyrgdina av D6-8. Saman skulu tær vera við til at g...
Brian Joensen flaggberi til Ólavsøkuskrúðgonguna
Í ár var Brian Joensen flaggberi til Ólavsøkuskrúðgonguna. Brian hevur í fleiri ár gingið á odda fyri tí góða hondbóltsfelagsskapinum á Argjum, bæði sum nevndarlimur, dómari og hjálparvenjari 👏 💪 Vit í ÍA takka honum hjartaliga ...

Ítróttarfelagið Argir

Viðargøta 31

160 Argir

itrottarfelagid.argir@gmail.com

12345678

Andre sider fra Holdsport
  • Info om Ítróttarfelagið Argir